Øssur aftur í Fuglafirði

ÍF hevur í kvøld av álvara styrkt um álopspartin. Tað hava fuglfirðingar gjørt við at skriva undir sáttmála við Øssur Dalbúð.

 

Eftir at tað leingi sá út til at renna meiri út, enn tað kom inn, so hava teir í ÍF í hesi vikuni skrivað sáttmála við fleiri spælarar.

 

Fyrr í vikuni varð boðað frá, at Høgni Madsen, Hendrik Rubeksen og Hanus Thorleifsson skulu spæla við ÍF í ár, og úr Fuglafirði frættist í kvøld, at sáttmáli er skrivaður við Øssur Dalbúð.

 

-Vit eru sera fegnir um at hava fingið Øssur aftur á liðið. Hann er góður bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Í fjør skoraði Clayton Soares 22 mál, og í 2010 skoraði Øssur 13 mál. At hava teir báðar saman á liðnum eigur avgjørt at styrkja um álopspartin, og tað eru vit spentir uppá, sigur Ólavur Larsen, formaður í ÍF.

23 ára gamli álopsspælarin spældi við ÍF í 2009 og 2010, og serliga seinna árið gekk tað ógvuliga væl. Tá spældi Øssur 29 dystir, og hann skoraði 13 mál. Ætlanin var, at Øssur skuldi hjálpa til í Fuglafirði á sumri í 2011, men tá var hann so óheppin at bróta beinið í fyrstu venjingini.

 

Tvey tey seinastu árini hevur Øssur Dalbúð verið í Keypmannahavn, har hann hevur roynt seg á 2. deildarliðnum Hvidovre og í B1908 á Amager.