SSP dagur í Suðuroynni

SSP í Suðuroynni skipað hósdagin fyri ung og lívið tiltakinum fyri 7 og 8 fl.

Tiltakið leggur dent á samansjóðing millum næmingar og partar av SSP samstarvinum, og seta sjóneykuna á góðan felagsskap og upplivingar, viðkomandi kunning og samstarv. Tiltakið er afturvendandi, og verður eisini skipað í øðrum SSP økjum kring landið.


Dagurin bleiv hildin í Vágshøll, har byrjað varð við føroyskum dansi, og eftirfylgjandi vóru ymiskar verkstovur og spøl á skránni. M.a. hevði politiið verkstovu um myndadeiling á netinum, ein verkstova umrøddi ymiskar tvístøður, og umboð fyri barnaverndartænastuni kunnaði um teirra arbeiði og fráboðanarskyldu.

At enda fingu tey pitsa og umboð frá Sinnisbata ung, hevði fyrilestur um sálarheilsu.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##