SSL: Áttu kanska at varnast feilin áðrenn

Hilmar Eliasen sigur, at kanska áttu teir at varnast eitt brek umborð, áðrenn elforsýningin á Teistanum sveik.

Orsøkin til, at Teistin misti framdriftina í Skopunarfirði í dag, var at elforsýningin sveik, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

 

- Tá ein sovorðin forsýning fer, so kunnu tað vera ting, sum hava gjørt, at man kanska átti at havt uppdagað tað áðrenn, í form av onkrum alarmi ella líknandi, og tað er tað, sum eg skal hava eina frágreiðing um, sigur stjórin. Hann nevnir, at Teistin hevur okkurt um 2.000 ymiskar alarmar umborð.

 

Hann sigur, at hetta var ein lítil feilur, sum kortini fekk stórar avleiðingar, men eingin vandi var á ferð. Nú er Teistin farin aftur í vanliga sigling.

- Feilfinningin er gjørd og feilurin staðfestur, so skipið er nú í forsvarligum standi, sigur Hilmar Eliasen.

 

Tað var stutt áðrenn miðdag, at Teistin misti framdriftina í Skopunarfirði og reyk fyri vág og vind í eini tveir tímar, áðrenn manningin aftur gekk gongd á skipið. 35 fólk vóru umborð á Teistanum.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Hilmar Eliasen á FM1 seinnapartin.