SSL stjórin: Galaxy misti sambandið við maskinrúmið

- men eingin vandi var á ferð, hóast Galaxy stóð tvørturum Trongisvágsfjørð eina løtu.

Í gjárkvøldið upplivdist tað ivaleyst løgið fyri ferðandi umborð á Galaxy, at skipið fyrst setti kós aftur móti Krambatanga, tá ið tað varð komið út til Lítla Dímun og síðani fór upp á tvørs á Trongisvágsfirði, áðrenn tað megnaði at leggja at keiini aftur. 

 

 

Stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen sigur, at eingin vandi var á ferð hesa løtuna, hóast tað kanska tóktist ógvusligt. 

 

 

- Stýrihúsið misti sambandið við maskinrúmið nøkur sekund. Tá bað skiparin maskinrúmið taka yvir eina løtu, og í og við, at vindurin stóð inn á reyvina á skipinum, fór tað tvørturum tað løtuna. Men eftir fá sekund kom sambandið aftur og skiparin fekk tamarhald á støðuni. Tað var als eingin dramatikkur í luftini, sigur Hilmar Eliasen. 

 

 

Tað má sigast at hava gingið ivingarsamt hjá Galaxy at røkt suðuroyarleiðina, nú Smyril hevur verið í dokk. Men Strandferðslustjórin sigur, at hann hevði ikki gjørt tað øðrvísi, um hann visti hetta frammanundan. Og orsøkin er einføld.

 

 

Les eisini: Galaxy fór tvørs um á Trongisvágsfirði 

 

Les eisini: Galaxy vent við vegna vegur

 

 

- Síðani Estonia vanlukkuna eru treytirnar fyri ferðamannaskip herd sera nógv, og tí eru tað ógvuliga fá ferðamannaskip har úti, sum lúka treytirnar til at sigla fyri Smyril. Galaxy hevur øll loyvir í ordan, og tí høvdu vit ikki gjørt nakað øðrvísi um vit kundu. Eg skal tó viðganga, at vit høvdu vónað tað gekk eitt sindur frægari enn tað hevur, sigur Hilmar Eliasen. 

 

 

 

Hann vísir á, at tá ið tað gongur heilt galið, so er tað mangan fleiri viðurskifti, sum gera seg galdandi samstundis. 

 

 

- Tað var tað eisini í gjár, tá ið Galaxy vendi við aftur. Fyrst hendi tað, at databasin hjá Landsverk, sum gevur okkum aldumátingarnar, ikki riggaði sum hann skuldi. Hetta hevur týdning, tí Galaxy hevur bert loyvi til at sigla í upp til fýra metrar í alduhædd. Skiparin metti, tá ið hann var komin nakað frá Krambatanga, at aldurnar vóru hægri enn hetta, hóast vit ikki høvdu neyðuga mátingarnar hjá okkum. Og síðani misti skipið sambandið við maskinrúmið eina løtu og fór upp á tvørs, sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni. 

 

 

Hann vísir á, at einki skip kann metast at vera eins gott til Suðuroyarleiðina sum Smyril, tí Smyril er gjørdur til júst hesa farleiðina.