SSL stevnir eftir einari millión

Strandferðslan fer nú í rættin við skúlasambandinum á Sandoynni. Orsøkin er ein ósemja um skúlabusskoyringina. Sandoyingar meta ikki, at treytirnar í samstarvsavtaluni eru yvirhildnar og hava tí endað samstarvið. Strandferðslan er ósamd í hesi niðurstøðu og fer tí í rættin við skúlasambandinum fyri at fáa endurgjald fyri mista inntøku. Tilsamans er talan um eina góða millión krónur.

 

Poul Klementsen, formaður í skúlasambandinum sigur, at fyri góðum fýra árum síðani valdi skúlasambandið at bjóða busskoyringina út. Strandferðslan vann útbjóðingina og setti ein undirveitara at røkja uppgávuna.

 

- Tað byrjaðu klagur at koma inn um at bussarnir hildu ikki tíðina og at summir bussar vórðu í so ringum standi. Eisini fingu vit klagur um til dømis børn úr Dali og Skopun, sum annahvørt bíðaðu ov leingi eftir bussinum ella, at túrurin heim bleiv ov langur. Til dømis skulu børn úr Húsavík og Dali til Skálavíkar, bæði á veg í skúla og á veg heim. Tað plagdi ikki at verða vanliga rutan, sigur Poul Klementsen, ið heldur, at tað tekur ov leingi hjá hesum børnum at koma til og frá skúla.

 

Poul Klementsen sigur, at tey valdu at halda fast í avtaluna at byrja við, tí tey høvdu lagt upp fyri byrjanartrupulleikum. Kanska undirveitarin fór at koma við fleiri bussum og fekk tillagað rutuna tá teir høvdu fleiri royndir at koyra í oynni og vistu hvussu viðurskiftini vórðu.

 

- Tað bleiv tó ongantíð betur og til endans høvdu vit fingið so nógvar klagur, at vit valdu at enda samstarvið, sigur Poul Klementsen.

 

Vildu helst sloppið frá at fara í rættin

 

- Strandferðslan góðtók ikki, at avtalan var misrøkt, so teir stevna eftir endurgjaldið uppá eina góða millión. Avtalan var, at koyringin kostaði millum 400.000 og 500.000 krónur um árið. Tað vórðu góð tvey ár eftir av sáttmálanum, tá avtalan bleiv steðga. Tað vilja teir so hava okkum at rinda fyri, sigur Poul Klementsen, sum sigur seg hevði vilja sloppið frá at fara í rættin, men heldur loysa málið á onkran annan hátt.

 

- Vit hava ongan illvilja ímóti Strandferðsluni og vit hava brúk fyri teimum hvønn dag so leingi vit hava Teistan siglandi. Tó haldi eg hetta verða løgið, at teir í veruleikanum stevna eini heilari oyggj eftir einari millión, fyri eina avtalu, sum ikki bleiv yvirhildin, sigur Poul Klementsen.

 

Strandferðslan onga viðmerking í løtuni

 

Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari á Strandferðsluni, sigur, at í løtuni hava tey ikki stórvegis viðmerkingar til málið. Tey hava latið málið til sakførara og av tí, at málið skjótt skal í rættin, so vil hann ikki gera viðmerkingar.

 

- Einasta viðmerking er, at vit eru ikki samd í niðurstøðuni, at treytirnar í sáttmálanum ikki eru yvirhildnar. Tí stevna vit eftir endurgjaldi, sigur Jens Petur Brattalíð.