- At Teistin ikki siglir um kvøldarnar, er als ikki nóg gott, og hetta hoyrir ongastaðni heima. Ein kann spyrja seg, hvørji argumentini eru fyri, at skipið ikki skal sigla eftir nátturða?
Tað sigur Sandoyar sýslu Ferðalag, sum heldur tað vera torført at síggja logikkin í hesum. Felagið heldur, at tað einans átti at verið ein fyrimunur at siglt so nógvar túrar sum møguligt og harvið deilt ferðafólkini yvir so nógvar túrar sum til ber.
- Og hvussu er við Hasfjord? Nær byrjar tann siglingin? Jú, spurningarnir eru fleiri, men kunning og samskifti vísir seg ikki at verða nakað, ið verður raðfest serliga høgt á Strandfaraskipum Landsins.
Sandoyar sýslu Ferðalag heldur, at soleiðis, sum tað sær út við ferðavinnuni í ár, er ikki væntandi, at nakað stórt tal verður av útlendskum ferðafólki. Víst verður á, at skal føroysku ferðavinnuni verða lív lagað, er neyðugt at fáa føroyingar at ferðast í egnum landi.
- Men, tá Teistin ikki siglur á sandoyarleiðini um kvøldarnar, er tað sum so ómøguligt at fáa ferðafólk at vitja økið. Tí, hvussu skal nakar kunna koma í Sandoynna, um Teistin gevst at sigla um nátturðatíð.
Ferðavinnan í Sandoyar sýslu heldur, at Strandfaraskip Landsins hava sett oynna og sýsluna nógv ár aftur í tíðina, og Sandoyar sýslu Ferðalag heldur tað ikki vera rætt, at SSL skal fáa loyvi at arbeiða á henda hátt, tí meiningin er jú, at hetta skal vera ein tænastustovnur.
- Teistin má byrja at sigla eftir vanligu ferðaætlanini, ongantíð ov skjótt. Tá hann kundi takast úr sigling við sera stuttum skotbráði, má eisini bera til at seta hann í sigling um kvøldarnar aftur beinanvegin.
Ferðavinnufelagið í Sandoyar sýslu sigur seg vóna og vænta, at Strandfaraskip Landsins fara at koma við eini greiðari útmelding um siglingina um Skopunarfjørð beinanvegin.
##med2##