Ringa veðrið hevur sína ávirkan á Strandferðsluna.
Alla leiðir hjá Bygdaleiðum eru fyribils avlýstar, og tað sama er galgandi fyri Nólsoyarleiðina, siglingina hjá Ternuni (myndin) um Skopunarfjørð og Svínoyar/Fugloyarleiðina.
Tað er framvegis rættiliga nógvur vindur, og sambært DMI skal hann ikki maka fyrr enn út á seinnapartin.
Men hóast nógva vindin hevur politiið ikki fingið fráboðan um nakað álvarsligt óhapp.
Vit hava fingið einar 25 fráboðanir í nátt og í morgun, men talan er fyri tað mesta um smáttaríir. Onkur rútur og onkur hurð, tað mesta her í høvuðsstaðarøkinum. Og sum sagt einki álvarsligt, sigur vakthavandi.