Ssangyong C200 er ein SUV, sum eftir ætlan kemur á marknaðin í 2009.
Suðurkoreanska Ssangyong verksmiðjan verður stýrd av Shanghai Automotive Industries Group í Kina, sum hava ætlanir um at koma á marknaðin við ikki minni enn 20 nýggjum bilmodellum á fimm ymiskum nýggjum plattformum næstu fimm árini. C200 er fyrsti bilur í hesi verkætlan. Shanghai Automotive eiga eisini Rover, sum hava skift navn til Roewe. Ssangyong og Roewe koma helst at verða bygdir yvir somu plattformar og koma at verða gjørdir sum bæði vanligir persónbilar og SUV.
mg