Meðan ferðavinnan beinleiðis verður nevnd sum eitt íkast til at minka um blokkstuðulin í sambandi við fullveldisætlanir samgongunnar, so er rættuligur privatiseringshugur komin á stjóran á Ferðaráðnum.
Samstundis sum ferðavinnan fær fíggjarligan stuðul uppá einar 7-8 milliónir úr landskassanum, so sær leiðslan í Ferðaráðnum seg ikki føra fyri at fíggja Kunningardiskin á flogvøllinum.
Keldur vilja verða við, at ískoytið í Ferðaráðið uppá ársbasis letur til Kunningardiskin á flogvøllinum liggur niðan fyri 200.000 kr. Tað vil siga tað sama sum at umrokna vit hesa upphædd uppá hvørt ferðafólk, ið ferðast um flogvøllin, so kostar tað Ferðaráðnum undir 2 kr. fyri hvønn ferðandi.
Um ferðavinnan ikki sær seg føra fyri at gjalda eitt ískoyti uppá 2 kr. fyri hvønn ferðandi, sum samstundis gevur teimum 120.000 ferðandi flogvegis eina optimala service, so eiga vit ongantíð ov skjótt at taka stuðulin uppá tær 7-8 milliónirnar, sum Ferðaráðið fær úr landskassanum, burtur.
Og um stjórin í Ferðaráðnum metir, at hon frá einum degi til annan kann gera Kunningardiskin til eina forrætning við at privatisera hann, so skuldi restin av virkseminum hjá ferðavinnuni eisini verið privatiserað, so einfalt er tað.
Annars hevði tað verið sera forvitnisligt at fingið upplýst, hvussu tær 7-8 milliónirnar í landskassan letur ferðavinnuni verða brúktar.
At fyrigykla sær, at um Kunningardiskurin verður privatiseraður, so verður kostnaður minni, eins og tænastustøðið hækkar, tað er heilt burturvið. Harafturat er tað ein háðan og ein undirmetan av teimum báðum starvsfólkunum, sum tey seinastu nógvu árini hava verið við til at gjørt eitt fyrimyndarliga gott arbeiði, soleiðis at ikki bara tey ferðandi, men so sanniliga eisini teirra avvarðandi runt Føroyar, eins og ferðavinnan og alt samfelagið hevur notið gott av.
Henda støða, sum stjórin í Ferðaráðnum hevur sett hesi bæði starvsfólkini í, er ósømilig, og eg vil hervið staðiliga heita á Finnboga Arge, landsstýrismann, um at kanna tey veruligu viðurskiftini, soleiðis at tað fæst ein sømulig avgerð í hesum máli.
Frank Davidsen