Ein av smærru skjóttgangandi bátunum, sum felagsskapurin Sea Shepherd brúkti í grindastríðnum í Føroyum fyri tveimum árum síðani, er nú flotaður í Nýsælandi.
Otago Daily Times skrivar, at báturin, sum eitur Loki og er uppkallaður eftir norrøna gudinum, var flotaður í Dunedin hósdagin. Báturin skal brúkast í átaki fyri delfinum í Suðurhøvum.
Deildin hjá Sea Shepherd í Fraklandi átti Loka, og báturin var eitt skifti í føroyskum sjógvi. Nú hevur nýsælandska deildin hjá Sea Shepherd fingið bátin úr Fraklandi.