Ísraelski útbúgvingarráðharrin segði í samrøðu við ísraelskt sjónvarp í gjár, at hann stuðlaði umstrídda viðgerð, sum skal umvenda samkynd.
Hetta fekk Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, at tala harðliga at tí, sum ráðharrin segði.
Viðgerðir, sum hava til endamáls at broyta seksuella ella kynsliga samleikan hjá fólki gjøgnum sálarfrøðiliga, spirituella ella viðhvørt kropsliga viðgerð, er í Vesturheiminum nakað, sum tey flestu taka frástøðu frá.
Millum annað eru slíkar viðgerðir fordømar og bólkaðar sum skaðiligar av læknafelagsskapum sum American Medical Association í USA.
Rafael Peretz, sum er ein ortodoksur rabbinar og sum stendur á odda fyri flokkinum Jødiska Heimið, var í síðusta mánaði útnevndur sum útbúgvingarráðharri í samgongustjórnin hjá Nethanyahu.
Í samrøðu við ísraelsku sjónvarpsstøðina Channel 12 TB segði hann í gjár, at hann trýr uppá, at terapi skal umvenda samkynd, virkar.
– Eg kenni nógv til undirvísingarspurningar, og eg havi gjørt tað sjálvur, sigur ráðharrin.
Hann greiðir frá, at hann sjálvur hevur viðgjørt ein samkyndan mann.
– Fyrst klemmaði eg hann. Eg segði við hann, »latið okkum hugsa. Latið okkum granska. Latið okkum umhugsa«. Málið er fyrst og fremst, at hann skal læra seg sjálvan at kenna, og so kann hann taka støðu, sigurPeretz.
Viðmerkingarnar hava skapt øsing í mið-vinstra andstøðuni í Ísrael.
Andstøðan hevur framman undan valinum í september roynt at lýst Nethanyahu sum ein forsætisráðharra, sum vil seta ferð á eina ortodoksa indoktrinering av landinum, har meirilutan av jødiska fólkinum sigur seg vera óortodokst og stuðla einum verðsligum samfelag.
LGBT í Ísrael krevur, at Peretz verður frákoyrdur sum ráðharri.
Stutt eftir samrøðuna segði Nethanyahu, at hann hevur tosað við Perets og rættleitt hann.
– Eg kann ikki góðtaka tað, sum útbúgvingarmálaráðharrin hevur sagt og tað lýsir ikki støðuna hjá ísraelsku stjórnini, sigur forsætisráðharrin í tíðindaskrivi.
/ritzau/Reuters