Ísraelskur ambassadørur í Danmark

13. september 2004 varð 51 ára gamli David Walzer settur sum ambassadørur við ísraelsku ambassaduna í Keypmannahavn.

David Walzer var føddur í Ísrael 7. sepember 1953.

Frá 1976-80 tók hann BA-útbúgving í økonomi og miðeysturserfrøði á Haifa University.

Síðan hevur hann arbeitt á ymiskum ráðharrastovum í t.d. Kanada og Kenya.

Hann las týskt á Hebrew University of Jerusalem frá 1992-94, og arbeiddi sum konsul og ráðharri í Bonn í Týsklandi frá 1994-99.

Síðan 2000 hevur hann arbeitt sum stjóri á altjóða deildum undir ST.

Hann tosar enskt, týskt, arabiskt og hebraiskt.

David Walzer er giftur og eigur trý børn.