Ísraelskt statsherverk

Ísraelskir gravkýr javnaðu 62 smáar handlar í palestinska býnum Nazlat við jørðina. Handlarnir vórðu bygdir uttan neyðug loyvi, siga ísraelsmenn. Búskaparligt kríggj, siga palestinar.

Fyrradagin javnaði ísraelski herurin 62 av teimum 170 smáhandlunum í palestinska býnum Nazlat á Vestara Áarbakka við jørðina. Handilsmenninir og nøkur ísraelsfólk og útlendingar, sum virka fyri friði, royndu at steðga oyðileggingini, men ísraelsku hermenninir róku tey burtur við táragassi og gummikúlum.
Teir smáu handlarnir eru miðdepilin á marknaðinum í Nazlat, og tey flestu av teimum 2500, sum búgva í býnum, hava í fleiri ár livað av tí, sum handlarnir góvu. Men nú eru 62 av teimum 170 handlunum javnaðir við jørðina. Eigararnir fingu fyri tveimum vikum síðani at vita, at handlarnir vórðu bygdir uttan tey neyðugu loyvini, og at teir skuldu takast niður.
Eygleiðarar siga, at ísraelsku myndugleikarnir hava uttan iva rætt í, at tey neyðugu loyvini vóru ikki fingin til vega sambært ísraelskari lóg, men víst verður á, at Nizlat er í einum øki, sum sambært altjóða rætti er undir ólógligari herseting, og harafturat kemur, at royndirnar vísa, at palestinar fáa ikki byggiloyvi, tá teir søkja um tað.
Palestinski ráðharrin, Saeb Erekat, sigur, at tilburðurin í Nizlat er statsherverk og búskaparligt kríggj.