Tvey fólk doyðu, og fimm vórðu særd, tá ísraelskir hermenn skutu eftir fólki, sum royndu at koma um markið á Golan-herunum. Ísraelski herurin sigur, at hermenninir skutu ávaringarskot upp í luftina fyri at ávara fólk ímóti at koma ísraelska markinum ov nær. Men tá nøkur mótmælisfólk kliptu hol á hegnið á markinum, skutu hermenninir eftir teimum.
Tíðindastovurnar skriva, at mótmælisfólkið róptu ymisk slagorð til frama fyri palestinararnar.
Ísraek tók Golan-Herurnar frá Sýrialandi í Seksdagakrígnum í 1967, og síðani hevur Ísrael havt ræðið á økinum.