Ísraelskir hermenn sýta fyri at gera eftir boðum

Trýstið á teir ísraelsku hermenninar veksur, so hvørt sum afturtøkan úr Gaza nærkast. Summir hermenn sýta fyri at gera eftir boðum frá leiðsluni.

Ísrael
Sum tann fyrsti er heryvirmaðurin Boris Albert stevndur fyri ein hernaðardómstól, tí hann hevur sýtt fyri at flyta jødisk niðursetufólk úr Gaza-geiranum. Vewrður hann funnin sekur, kann hann fáa upp í fýra ára fongsul.
Eygleiðarar í Ísrael siga, at rættarmálið ímóti Boris Albert hevur til endamáls at ræða aðrar hermenn fyri at fáa teir at akta boðini frá herleiðsluni. Higartil hava umleið 80 hermenn sýtt fyri at noyða niðursetufólkini úr Gaza-geiranum, men sambært Reuters ber herleiðslan ótta fyri, at nógv fleiri hermenn fara at gera tað sama, tá flytingin úr Gaza byrjar tann 15. august.
Hermenninir eru undir stórum trýsti. Víðgongdir rabbinarar prædika, at Guð hevur givið jødiska fólkinum Gaza, og at jødiskir hermenn eiga ikki at reka aðrar jødar frá húsi og heimi. Tað vóru helst hesi boðini, sum seinasta vikuskiftið fingu tólv hermenn at seta seg up ímóti teirra yvirmanni. Reuters skrivar, at tað eydnaðist yvirmanninum at fáa tríggjar teirra at broyta hugsan. Sjey vórðu tiknir, og tað eydnaðist tveimum at flýggja til niðursetubygdina Neve Dekalim, har teir vórðu móttiknir sum hetjur.
Ísraelski verjuovastin, Dan Halutz, kunngjørdi mánadagin, at tað áliggur øllum hermonnum at lýða boðini frá yvirmonnunum, og at teir, sum seta seg upp ímóti boðunum, verða revsaðir. Reuters skrivar, at tað er ikki av tilvild, at kunngerðin hjá herovastanum kemur júst nú, tí spenningurin ímillum teir 40.000 hermenninar, sum skulu fáa niðursetufólkini úr Gaza, er stórur.