Tað var væl av fólki á fundinum, og skipað varð eisini fyri sangi og framløgum hjá umboðum hjá vinafeløgunum.
Ísrael er altíð sera aktuelt. Vit hoyra tíðindi haðani nærum dagliga. Tí er tað sera áhugavert at hoyra, hvat eitt alment umboð fyri Ísrael kann greiða frá.
Sendiharrin segði seg at vera fegnan um at vera við á hesi samkomu júst dagin eftir, at 59 ár vóru liðin síðan stovnanina av statinum Ísrael í 1948.
Hann greiddi annars frá, at í Ísrael búgva í dag 7 mió fólk. Meginparturin av hesum eru flutt til Ísrael úr øllum hornum jarðarinnar. Ein annar stórur partur hevur forfedrar, sum eru fluttir til landið. Bert seinastu 15 árini er fólkatalið økt úr fimm uppí sjey milliónir. Av hesum eru 1,5 mió fólk komin úr gamla Sovjetsamveldinum. Hetta merkist eisini í Ísrael, har mong handilsskelti eru á russiskum.
Tað, sum merkir gongdina í Ísrael, er tað sama sum hjá okkum, sum til dømis altjóðagerð og einskiljing.
Tann tíðin er farin, tá Jaffaappelsinur, ein tann fremsta ímyndin av Ísrael, høvdu tann stóra leiklutin í útflutninginum hjá landinum. Jaffa er enntá við sínum vørumerki selt til eina spanska fyritøku!
Tíðin við landbúnaði sum fremsta vinnuveg er burtur. Tað, sum nú er grundarlagið, er vitan, ella heilarnir hjá fólki. Tann stóra vinnan er tískil nú hátøkni av ymiskum slagi, og í dag umboðar hon 65% av útflutninginum.
Tó er eingin olja, sum annars hevði gjørt góðan mun. Tað hevur verið tikið til, at meðan alt Miðeystur er fult av olju, fekk Ísrael júst tann plettin av landaøki, har eingin olja er.
Henda umstilling frá landbúnað til hátøkni hevur havt aðrar avbjóðingar við sær sum arbeiðsloysi og sosialar trupulleikar, sum tað verður roynt sum frægast at loysa. Tað eru tó fleiri, sum ikki halda tað verður gjørt nóg mikið við hesar trupulleikar.
Størsta avbjóðingin er viðurkenning
Størsta avbjóðingin hjá Ísrael er at verða viðurkent av umheiminum. Landið hevur gott samband við USA og summar partar av Europa.
Verri er við øðrum londum sum til dømis Iran, har forsetin alment hevur sagt, at Ísrael skal strikast av landakortinum! Hann eru heldur ikki einsamallur um hetta sjónarmið.
Ísrael hevur eftir førimuni roynt at skapa frið í økinum. Eitt stig var at taka seg burtur úr Gaza í vónini um, at arabarar skuldu kunna greiða síni egnu viðurskifti. Úrslitið síggja vit júst í hesum døgum, tá ymsir arabiskir bólkar kríggjast sinámillum, og har arabarar drepa arabarar. Umframt politiskar bólkar sum berjast er eisini talan um brotsmannalið, sum berjast um ræðið á markinum til Egyptaland við teirri smugling, sum fer fram har, ikki minst av vápnum.
Tískil má ásannast, at tað er langt frá friði í økinum. Tað verur ikki friður, so leingi tað eru kreftir, sum vilja nýta vald og harðskap fyri at náa sínum máli, sum tað jú er talan um hjá stóra stjórnarflokkinum í Palestina, Hamas.
Støðan við grannarnar hjá Ísrael er eisini ótrygg. Sýria hóttir javnan við kríggi, um teir ikki fáa Golanheyggjarnar aftur. Hetta er eitt sindur løgið, tá hugsað verður um, at tað eru bert fáir mánaðir síðan, at tað ljóðaði, at tað var okkurt slag av samband millum Ísrael og Sýria fyri at fáa frið millum londini. Men hetta eru bert kávalótir hjá Sýria. Teir vilja hava tað at síggja út, sum um teir samráðast fyri at blíðka USA, og linka trýstið haðani. Men sannleikin er vist, at tað er eingin veruligur vilji.
Vandin úr Irak og Iran
Ein onnur hóttan er ófriðurin í Irak. Hann kann væl føra til ein stóran fólkaflóttarstreym inn í Jordan, og kann hetta aftur hótta kongin har, sum jú er hóvligur mótvegis Ísrael.
Ein onnur hóttan er eisini kjarnorkuætlanin hjá Iran. Fær Iran fyrst kjarnorkuvápn, verður landið eisini ein hóttan móti sínum arabisku grannalondum. Tá verður næsta stigið, at hesi eisini fáa sær kjarnorkuvápn, og tá kann miðeystur veruliga gerast ein krúttunna. Hetta kann eisini føra til eina ”terrorbalansu” sum undir kalda krígnum, so eingin fer at tora at nýta slík vápn.
Í hesi støðu hevur Ísrael tørv fyri moralskum stuðli frá sínum vinum kring heimin og verða Føroyar roknaðar sum ein slíkur. Hesin stuðul kann vera við samstarvi á búskaparliga, sosiala og øðrum økjum. Men eisini við ferðing hvør til annan. Hóast alt er Ísrael eitt framúr ferðamannaland, har ferðafólkið ikki merkir til nakran ófrið. Tað eru eisini nógvir føroyingar, sum ferðast til Ísrael. Í hesum døgum fara 50 avstað.
Kríggið seinasta summar
Tað var møguligt at seta spurningar, og ein var um kríggið seinasta ár, har ein kanningarnevnd hevur sett fram stórar atfinningar móti herinum og stjórnini fyri teirra handfaring av krígnum.
Sendiharrin greiddi frá, at tað var Hisbollah, sum byrjaði hetta kríggj við at senda hópin av rakettium inn í Ísrael. Hesi álop vóru ein serlig hóttan móti norðasta partinum av Ísrael, har tað búgva ein millión fólk. Hetta endaði við einum beinleiðis álopi á eina marknaðarstøð, har fleiri ísraelskir hermenn vóru dripnir og særdir, og nakrir vóru tiknir gíðslar.
Hesi álop vóru gjørlig, tí Ísrael hevði tikið seg aftur úr Libanon í 2000. Henda støðan gjørdi, at Ísrael veruliga ikki hevði annað val enn at svara aftur og semja var um hetta í tjóðartinginum. At so mistøk vórðu gjørd er ein onnur søk.
Kríggið var ikki ímóti Libanon men móti Hisbollah, sum stuðlað av Iran hevur sett seg á sunnara partin av Libanon á ein snildisligan hátt. Teir bjóða fólki at gjalda teirra hús móti, at eitt rúm í húsinum kann nýtast at goyma rakettir. Tí ber ikki til at gera álop a Hisbollah uttan at raka sivil fólk.
Tá funnist verður at, eigur eisini at vera havt í huga, at arabisk lond sum Egyptaland, Jordan og Saudi Arabia stuðlaðu hesum kríggi.
Tað kom óvart á ísraelsmenn, at hetta kríggj ikki gjørdist ein endurtøka av seksdaga krígnum í 1967, tá Ísrael eftir fáum døgum soraði sínar fíggindar. Í Libanon hesa ferð gjørdist tað eitt kríggj mann móti manni. Ein slík krígsførsla er nógv truplari, og hon gekk heldur ikki eftir vild.
Kortini kom tað burtur úr, at nú er ein altjóða deild, sum stendur millum Hisbollah og Ìsrael, og tað er higartil eydnast henni at tryggja frið.
Umrødda frágreiðing hevur havt sínar avleiðingar. Lyklapersónar í krígnum eru farnir og fara frá. Politiskt kann eisini roknast við broytingum innan 6-9 mánaðir. Júst hetta er styrkin við einum demokratii, sum Ísrael jú er. Verða mistøk gjørd, fær tað avleiðingar. Sagt varð eisini, at Ísrael hevur eisini klárað størri avbjóðingar enn hesa.
Spurningurin kom eisini fram um rættindini hja palestinarum. Her er stutt at siga, at í sjálvum Ísrael hava teir somu rættindini sum øll onnur. Arabarar eru eisini limir í tjóðartinginum, Knesset, og stjórnini, eins og teir eisini eru diplomatar og sendiharrar. Í hersettu økjunum hava teir ikki valrætt, og tað er í samsvar við altjóða lóg. Men teir kunnu so atkvøða til palestinska tingið.
Keren Hayesod: Allir jødar skulu heim
Við á fundinum var eisini Jan Rosenberg. Hann er ortodoksur danskur jødi, og hann flutti ungur til Ísrael. Nú arbeiðir hann í Amsterdam á deildini hjá Keren Hayesod, sum savnar inn pening fyri at hjálpa jødum víða um í heiminum at koma heim
til Ísrael at búseta seg. Ein stór avbjóðing hevur verið flytingin av etiopiskum og indiskum jødum til Ísrael. Endamálið er at fáa allar jødar uttan fyri Ísrael at flyta heim. Teir eru kanska aðrir sjey mió. Pláss er eisini fyri teimum, tí Negev oyðimørkin er tóm!
Í Føroyum er eisini ein deild, sum skal geva sítt íkast til hetta arbeiði.
Yvirhøvur kann sigast, at jødar og Ísraelsmenn kenna seg væl í Føroyum, og her føla teir seg at vera millum vinir, og tað takka teir eisini so miriliga fyri.
Sendiharrahjúnini hava verið nakrar dagar í Føroyum aftaná almennu vitjanina, og hava tey verið gestir hjá ísraelsku vinafeløgunum.