Ísraelski herurin fingið leysar teymar

Í Ísrael hevur Ariel Sharon, forsætisráðharri, givið herinum boð um at seta øll neyðug tiltøk í verk fyri at gera enda á yvirganginum. Hinumegin sigur Hamas-leiðarin, Abdel Aziz Rantissi, at teir fáa ikki gjørt annað enn at verja seg.

Hósdagin skutu víðgongdir palestinar fyri fyrstu ferð eina rakett inn í ein ísraelskan bý. Tað fekk alt fyri eitt Ariel Sharon, forsætisráðharra at geva herinum boð um at seta øll neyðug tiltøk í verk fyri at gera enda á yvirganginum.

-Rakettálopið á Ashkelon vísir, at teir víðgongdu palestinsku bólkarnir hava nýtt ta sokallaðu vápnahvíldina til at útvega sær betri vápn, segði ráðgevin hjá Sharon, Dore Gold.

Rakettin, sum rakti Ashkelon, ber níggju kilometrar. Tær raketttirnar, sum palestinsku bólkarnir fyrr hava nýtt, bera bert fimm kilometrar. Sambært ísraelsku stjórnini hava palestinsku bólkarnir ætlanir um at nýta tær nýggju rakettirnar til álop á ísraelsk orkuverk.

Boðini til ísraelska herin eru ein týðilig ábending um, at ísraelsku myndugleikarnir ætla sær ikki at slaka ein tumma í bardaganum við Hamas og aðrar víðgongar palestinskar felagsskapir. Men tað ætlar Hamas heldur ikki at gera, sigur ein av leiðarunum í felagsskapinum, Abdel Aziz Rantissi.

Við norska blaðið Aftenposten í gjár segði Rantissi, at teir kunnu ikki gera annað enn at verja seg ímóti teimum ísraelsku álopunum. Spurdur, um Hamas er viknaður, eftir at Ísrael hevur beint fyri fleiri av leiðarunum, sigur Rantissi, at tað er altíð ein missur at missa ein ella fleiri leiðarar.

-Men hetta ger okkum ikki veikari kortini. Tvørturímóti styrkir hetta okkum, og vit fáa størri og størri undirtøku millum fólk. Hetta hava vit serliga sæð í seinastuni, sigur Abdel Aziz Rantissi.

Gjáranáttina sendi ísraelski herurin fleiri stríðsvognar til Gaza-geiran, og stjórnin hevur hótt við at herseta allan geiran eina ferð afturat, halda tey palestinsku rakettálopini fram.