Arbeiðaraflokkurin fer í dag at taka støðu til, um hann skal taka seg burtur úr samgongustjórnini Sambært Jerusalem Post hevur Arbeiðaraflokkurin ilt við at arbeiða saman við Ehud Olmert, forsætisráðharra, sum er tyngdur av skuldsetingum um fíggjarligt óreglusemi.
Í dag fer formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Ehud Barak, at tosa við sínar tinglimir, og har verður støðan hjá samgonguni væntandi umrødd. Barak er verjumálaráðharri í samgongustjórnini.
Jerusalem Post skrivar, at fer Arbeiðaraflokkurin burtur úr samgonguni, verður helst nýval í Ísrael.










