? Eg eri ikki serfrøðingur í tunlum. Men eg hevði ikki nýtt stríðstyrlur og rakettir, skuldi eg oyðilagt ein tunnil, sigur danin Peter Hansen, sum er leiðari í ST-deildini UNRWA, sum viðger palestinsk flóttafólkaviðurskifti.
Hann hevur vitjað flóttafólkaleguna Rafah, sum 40 ísraelskir stríðsvognar og fleiri tyrlur søktu at um vikuskiftið og aftur gjáranáttina. Peter Hansen sigur, at ísraelska álopið var óneyðuga ógvusligt. Minst 120 palestinsk hús vórðu løgd í oyði við tí úrsliti, at umleið 1500 fólk gjørdust heimleys.
Peter Hansen sigur, at ísraelska framferðin er greitt brot á altjóða reglur. Tað sama sigur mannarættindafelagsskapurin Amnesty International, sum sigur álopið vera krígsbrotsverk.
Ísraelssmenn siga, at endamálið við álopinum var at oyðileggja nakrar tunlar ímillum Rafah og egyptiskt land, tí teir halda, at palestinararnir smugla vápn ígjøgnum tunlarnar.