Tríggir ísraelskir tónleikarar hava konsertir í Føroyum komandi sunnu- og týsdagur. Í ?Ir Shalem trio? er violinspælarin Yuri Gluhovsky, cellospælarin Alexander Sinelnikov og klaverleikarin Gabriela Talroze. Teir vóru allir sera væl kendir í sínum heimlandi, áðrenn teir fluttu til Ísrael. Afturat at spæla í trio virka teir sum solistar bæði í Ísrael og aðrastaðni.
Trioin varð stovnað í 1993, og hevur síðan tá regluliga havt konsertir í Ísrael og í øðrum londum. Repertoirið er stórt. Frá Haydn, Mozart, Rachmaninov, Ravel, Tchaikovsky, Shostakovich til nútímans ísraelskan tónleik. Í 2004 fekk trioin prísin ?Benyamini? og apríl 2004 hevði hon konsert í París.
Teir tríggir tónleikararnir fara at hava konsertir í Norðurlandahúsinum, Mentunarhúsinum í Fuglafirði, og fara eisini at hava skúlakonsertir í Havn og í Klaksvík. Teir fara eisini at geva frálæru til ungar føroyskar tónleikarar.
Meðan teir eru í Føroyum spæla violinleikarin og selloleikarin við í Føroya Symfoniorkestri og vitjan teirra í Føroyum er grunda á samarbeiði millum Konsertfelagið og Føroya Symfoniorkestur.
Konsertirnar vera í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 16 og í Mentunarhúsinum í Fuglafirði týsdagin kl. 19. Atgonugmeriki á 100 kr. fáast við dyrnar. Børn og lesandi ókeypis atgongd