MiÐeystur
Árni Joensen:
Tað er serliga á leiðini við Hebron, at víðgongd ísraelsk niðursetufólk hava brotið seg inn í hús hjá palestinum, sum eru flýddir undan bardøgum, ella sum ísraelski herurin hevur flutt burtur haðani.
Ísraelska blaðið Haaretz skrivaði í gjár, at framferðin hjá niðursetufólkunum stríðir ímóti ísraelskari lóggávu og boðunum, sum herleiðslan hevur givið. Blaðið visti eisini at siga, at ísraelska trygdartænastan hevur skrivað eina frágreiðing um málið, har hon bað Ariel Sharon, forsætisráðharra skipa so fyri, at lóg og landaskil aftur fæst at virka í og við Hebron.
? Ísraelsk niðursetufólk hava tikið fleiri palestinsk hús. Tey búgva ikki har alla tíðina, men koma og fara. Aðrastaðni hava tey brotið inn og oyðilagt innbúgv og annað. Niðursetufólkini hava eisini brotið inn í fleiri palestinskar handlar, sum ísraelsku hermenninir hava stongt. Tá hermenninir biðja tey fara burtur haðani, sýta tey fyri at gera eftir boðunum, sigur Nanna Ahlmark, sum er talskvinna hjá altjóða eygleiðaraliðnum í Hebron.
Hetta samsvarar væl við tað, sum ein embætismaður í ísraelsku trygdartænastuni sigur við Haaretz.
? Tað eru serliga ung jødisk pør, sum taka húsini, sjálvt um tey einki hava at gera har, sigur embætismaðurin við blaðið.
Sunnudagin lupu víðgongdir ísraelskir niðursetumenn á palestinar í einari bygd longur norðuri á Vestara Áarbakka, har nógvir palestinar vórðu riknir úr húsum sínum. Sagt verður, at fleiri av niðursetufólkunum høvdu vápn.
Ágangurin frá teimum ísraelsku niðursetufólkunum hevur vundið upp á seg, júst sum viðurskiftini millum ísraelsku og palestinsku myndugleikarnar tykjast batna. Ein palestinsk sendinevnd var í USA um vikuskiftið, har hon hitti m. a. Colin Powell, uttanríkisráðharra og George Tenet, CIA-stjóra. Aftaná segði Yasser Arafat í Ramallah, at fundirnir høvdu verið sera gagnligir.