Vápnahvíldin, sum Ísrael og Hamas samdust um í gjárkvøldið, vísir seg at halda. Tað var friðarligt í nátt, og soleiðis hevur tað eisini verið í morgun.
Samstundis er komið fram, at nógv fólk í Ísrael eru misnøgd við avtaluna, sum stjórnin hevur gjørt við Hamas. Onkur kanning vísir, at heili 70 prosent eru misnøgd, og tað er tann politiska andstøðan eisini.
-Málið við átakinum var ikki rokkið, tá vápnahvíldin kom í gildi. Tað er bara ein spurningur um tíð, nær annað umfar byrjar, sigur andstøðuleiðarin, Shaul Mofaz, við ísraelskar fjølmiðlar. Hann er ikki einsamallur, men fær stuðul frá millum annað Haim Ramon, sum er fyrrverandi varaforsætisráðharri.
-Tað var ikki rætt at gevast við átakinum nú. Avleiðingin er, at nú er Hamas omaná, sigur Haim Ramon.
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og ísraelska herleiðslan siga harafturímóti, at málið við átakinum ímóti Gaza var rokkið, áðrenn vápnahvíldin kom í lag.
Í Gaza vóru fólk ovurfegin, tá tíðindini um vápnahvíldina frættust í gjárkvøldið (myndin).