Ísraelsk misnøgd við palestinska semju

Ísraelska stjórnin er alt annað enn fegin um, at tær báðar palestinsku rørslurnar Fatah og Hamas eru vorðnar samdar um at skipa eina skiftisstjórn, sum skal fyrireika tjóðartings- og forsetaval í teimum palestinsku økjunum. Mahmoud Abbas, forseti, skal standa á odda fyri stjórnini, sum verður mannað við fólki, sum ikki skulu hava nakað tilknýti til tær báðar rørslurnar.

-Abbas er farin av friðargøtuni og er farin í samgongu við Hamas. Hamas er ein yvirgangsfelagsskapur, sum hevur sum mál at oyðileggja Ísrael. Abbas kann ikki bæði søkja frið og samstarva við Hamas, tí Hamas og friður hoyra ikki saman, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, seinnapartin.

Semjan millum Fatah og Hamas er úrslit av samráðingum, sum hava verið í Qatar, og hon bleiv undirskrivað har í dag. Tað er ikki greitt, nær skiftisstjórnin skal hava sín fyrsta fund, ella nær val verður.