12 hernaðarligir palestinar doyðu, og umleið 20 vórðu særdir í tveimum ísraelskum loftálopum á Gazageiran í gjár. Tað siga sjúkrahúskeldur í Gaza býi fyri tíðindastovunum.
Ísraelsku loftálopini komu, eftir at hernaðarligir palestinar hava skotið meiri enn 30 granatir inn í syðra part av Ísrael teir seinastu dagarnar. Hernaðarkeldur í Ísrael siga, at Zohair al-Qaisi, sum var aðalskrivari í Popular Resistance Commitees, PRC, doyði, júst sum hann var í ferð við at fyrireika eitt granatálop á Ísrael. Palestinskar keldur siga, at Zohaie al-Qaisi og ein annar maður doyðu, tá ein ísraelsk rakett rakti bilin, sum teir vóru í.
Ein talsmaður fyri ísraelsku stjórnina sigur, at Zohair al-Qaisi skipaði fyri einari røð av álopum á ísraelskar og egyptiskar hermenn á markinum millum Ísrael og Egyptaland í fjør. Álopini kostaðu átta ísraelskum og fimm egyptiskum hermonnum lívið.