Bretska blaðið Sunday Times skrivar í dag, at Ísrael hevur gjørt av at senda tríggjar kavbátar inn í Persaflógvan. Sambært blaðnum er talan um tríggjar kavbátar, sum eru smíðaðir í Týsklandi, og sum kunnu útgerast við kjarnorkurakettum, sum bera 1.500 kilometrar.
Sum skilst eru hesar rakettirnar løddar við teimum bestu kjarnorkuøðingunum, sum Ísrael hevur.
Tann fyrsti kavbáturin er longu farin úr Ísrael. Millum 30 og 50 mans eru við hvørjum kavbáti, og teirra millum er ein yvirmaður, sum hevur heimild til at brúka kjarnorkurakettir, skrivar Sunday Times.
Samstundis hevur ísraelska verjuleiðslan gjørt av, at landið skal altíð hava minst ein av sínum kavbátum í Persaflógvanum.










