Ísraelsk frágreiðing um hópdráp verður verandi loynilig

   

Tað vóru skyldfólk hjá ísraelska hermanninum Yoav Spiegel, sum doyði í Libanon, ið høvdu kravt, at tey loyniligu skjølini skulu almannakunngerast. Skjølini stava frá einari serligari nevnd, sum kannaði tilburðin í Beirut, og skyldfólkini hjá hermanninum halda ikki, at nøkur orsøk er til at halda tey loynilig longur.
Men ísraelska stjórnin mælti rættinum frá at lata almenningin síggja, hvat stendur í skjølunum. Stjórnin sigur, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri landsins áhugamál, trygd og altjóða samband, verða skjølini latin almenninginum.
Hægstirættur sigur í sínum úrskurði, at tað er stjórnin, sum eigur at taka støðu til spurningin.
Tann almenna ísraelska nevndin, sum kannaði hópmorðið í flóttafólkalegun-um Sabra og Shatila, kom í 1983 til ta niðurstøðu, at Ísrael hevði óbeinleiðis ábyrgdina av, at fleiri hundrað palestinar vórðu myrdir í teimum báðum legunum. Úrskurðurin bar m. a. í sær, at táverandi verjumálaráðharrin, Ariel Sharon, fór frá, tí hann hevði ikki forðað hópdrápinum.