Stovnandi aðalfundur av nýggjum felag verður á Hotel Hafnia hóskvøldið 28. mai 2009 kl. 20. Felagið fær nýtt navn og við meira enn 300 limum verður nýggja felagið munandi sterkari.
Nýggja felagið hevur sama endamál og byggir á kristiligt grundstøði við áherðslu á bókstavliga tulking av Bíbliuni og virkar fyri at upplýsa um bíbilska grundstøðið undir zionismu og tilverurætti Ísraels sum tjóð og land.
Felagið fer eisini at virka fyri røttum tíðindaflutningi um Ísrael og jødarnar og fer at eggja til bøn fyri Jerúsalem og fólkinum har. Eisini fer felagið, eftir førimuni, at veita fíggjarliga hjálp til Ísraels, og at virka fyri góðum samstarvi millum Føroyar og Ísrael og góðum grannalagi millum londini í Miðeystri. Í framtíðini verður meira at lesa á heimasíðu felagsins: www.shalom.fo
Øll, sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu gerast limir; eisini stovnar og virki, og fyrireikararnir vóna at mong koma til stovnandi aðalfundin á Hafnia hóskvøldið, har nýggir limir eisini kunnu tekna seg. Ísrael tørvar vinir nú, sum ongantíð áður, verður sagt í tíðindaskrivi frá feløgunum.










