Leygardagin 13. november skipar Ísraelsmissiónin fyri evnisdegi um Ísrael og missión í KFUM & K í Klaksvík. Aðalskrivarin í norsku Ísraelsmissiónini, Rolf G. Heitmann, kemur at tala.
Rolf Gunnar Heitmann kennir væl til missiónsarbeiðið í Ísrael. Hann hevur í nógv ár verið í starvi innan norsku Ísraelsmissiónina, harav tey síðstu sjey sum aðalskrivari. Umframt at kenna væl til messianskar jødar, so kennir hann eisini væl til viðurskifti hjá kristnum arábarum.
Rolf hevur tvær ferðir áður verið í Føroyum.
Ymisk evni, ið hava við Ísrael og missión at gera, verða tikin fram á evnisdegnum.
Dagurin byrjar klokkan 14 við evninum ?Ísrael og kirkjan - tvey gudsfólk??. Kl 15 er kaffi og kl. 15:30 er ?Nýtt úr Ísrael?. Tað síðsta evnið á evnisdegnum er klokkan 16, og tað hevur heitið ?Evangeliið fyri jøda fyrst (Róm 1,16)?
Á evnisdegnum verður eisini møguleiki at seta spurningar. Høvi verður eisini at keypa bøkur, ið hava við Ísrael og missión at gera.
Møti
Umframt evnisdagin í Klaksvík talar Rolf eisini á møtum um landið. Hóskvøldið 11. november talar hann í missiónshúsinum í Kollafirði. Fríggjakvøldið talar hann á ungdómsmøti í Missións- & ungdómshúsinum á Glyvrum. Leygarkvøldið talar hann í missiónshúsinum Emmaus í Klaksvík yvir evnið ?Alt Ísrael skal verða frelst (Róm 11,25)?. Sunnudagin 14. november prædikar hann í Fuglafjarða kirkju og sunnukvøldið kl. 18 talar hann á møtinum í Meinigheitshúsinum í Havn.