Ísraelska stjórnin er til reiðar at fara undir friðarsamáðingar við grannalandið Sýrialand uttan at leggja nakrar treytir við frammanundan. Tað sigur ein týðandi ísraelskur embætismaður við fronsku tíðindastovuna AFP.
Turkaland royndi leingi at fáa semju millum Ísrael og Sýrialand, men semingsroyndin steðgaði, tá Ísrael gjørdi innrás í Gaza.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur júst verið í París, og har skal hann hava sagt Nicolas Sarkozy, forseta, at hann er sinnaður at hitta sýriska forsetan beinanvegin og treytaleyst, skrivar AFP úr París.










