Í Ísrael hevur Shimon Peres, forseti, fingið áheitanir frá umleið 70.000 ísraelsmonnum, sum vilja hava forsetan at leggja trýst á amerikanararnar fyri at fáa teir at lata njósnaran Jonathan Pollard leysan. Peres (myndin) fer til USA í hesari vikuni at hitta Barack Obama, forseta.
Jonathan Pollard bleiv tikin fyri at hava njósnast fyri Ísrael við at lata ísraelskum umboðsmonnum loynilig skjøl hjá verjumálaráðnum Pentagon, og hann fekk lívlanga fongsulsrevsing. Amerikanararnir eru sannførdir um, at Pollard var ikki einsamallur um njósningina, men at Ísrael hevði og framvegis hevur fleiri njósnarar í USA. Tí sýta teir fyri at lata Pollard leysan, skrivar AP.
Hinvegin halda nógvir amerikanarar, at Jonathan Pollard fekk ov harða revsing. Teir vísa á, at hann njósnaðist fyri eina vinartjóð hjá USA.










