ÍSRAEL
Ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Carmi Gillon, verjir nú avgerðina hjá ísraelsku myndugleikunum at handtaka palestinska leiðaran Marwan Barghouti og at seta hann í fongsul, so hann kann avhoyrast. Danska stjórnin hevur mótmælt, tí sambært upplýsingum, sum stjórnin hevur fingið, fær Barghouti ikki ta viðferð, sum altjóða reglur tryggja honum.
Carmi Gillon, sendiharri segði í gjár, at avhoyringarnar av Barghouti hava givið ísraelsmonnum ómetaliga týðandi upplýsingar, og at hesar upplýsingar hava bjargað nógvum ísraelskum mannalívum.
Sambært sendiharranum hevur Marwan Barghouti undir avhoyringunum viðgingið, at hann hevði beinleiðis ábyrgdina av í hvussu er seks palestinskum sjálvmorðsbumbuatsóknum. Hesi álopini kostaðu sambært sendiharranum 13 ísraelsmonnum lívið, og 105 onnur vórðu særd.
Carmi Gillon, sendiharri sigur, at avgerðin at handtaka Barghouti miðskeiðis í síðsta mánað var ein liður í royndunum hjá ísraelsku myndugleikunum at verja sínar borgarar og at tryggja teimum tað mest einfalda av øllum mannarættindum, rættindini at liva. Sambært sendiharranum skal Barghouti hava havt samband við uppaftur fleiri atsóknir enn tær seks sjálvmorðsbumburnar.
Reglur skulu haldast
Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, segði í gjár, at eftir teimum upplýsingum, sum uttanríkisráðið hevur fingið, fær Marwan Barghouti ikki ta viðferð íísraelska fongslinum, sum altjóða reglur tryggja honum.
? Eg kann ikki siga, hvønn leiklut hann hevur havt í sambandi við yvirgang, og um tað er tí, at ísraelsmenn hava tikið hann. Men eg kann staðfesta, at maðurin hevur stóran politiskan týdning og stóran týdning fyri palestinska fólkið, segði
Per Stig Møller.
Uttanríkisráðharrin segði seg vóna, at Marwan Barghouti fær ta viðferð, sum hann eigur at fáa sambært galdandi reglum, sama um hann er fongslaður fyri yvirgang ella ikki.










