Ísrael vann báðar dystirnar á Belgia í hinum dystunum, sum hava verið leiktir í bólki 3, og liggur tískil á øðrum plássi við fýra stigum. Finnland hevur eisini fýra stig, men hevur betri málmun enn Ísrael.
Fyrri dysturin, sum varð leiktur fríggjadagin, endaði 27-22 til Ísrael eftir hálvleiksstøðuna 14-15 til Belgia. Seinni dysturin, sum varð spældur sunnudagin, endaði við 30-20 sigri til ísraelsmenn, sum vóru á frammanfyri 15-9 við steðgin. Báðir dystirnir vóru í belgiska býnum Merksem. Báðir dystirnir millum Føroyar og Ísrael verða somuleiðis leiktir í Føroyum.
Føroyar og Ísrael møtast í høllini í Vestmanna fríggjadagin. Í gjárkvøldið 10. januar spældi Belgia sín heimadyst móti Finnlandi. Sunnudagin 12. januar skal Belgia so til Finnlands at spæla, meðan Føroyar og Ísrael bresta saman í høllini á Hálsi.