Ísraelski herurin noktar nú tíðindafólkum atgongd til teir palestinsku býirnar á Vestara Áarbakka, sum herurin hevur hersett teir seinastu dagarnar. Heldur ikki tey palestinsku tíðindafólkini sleppa at arbeiða, tí tey eru umfatað av útigongubanninum, sum er lýstí býunum.
Ísraelska herleiðslan sigur, at hon hevur sýtt tíðindafólkum at sleppa inn í býirnar, tí viðurskiftini eru ikki nóg trygg, men tey flestu kenna seg sannførd um, at endamálið við banninum er at forða møguligum atfinningarsomum tíðindum.
Bannið umfatar eisini ísraelsk tíðindafólk. Aviv Lavie, sum er viðmerkjari á blaðnum Ha'aretz, ivast ikki í, at endamálið við banninum er at køva allar atfinningarsamar røddir.
- Eg haldi, at Sharon vil sleppa undan atfinningarsomum spurningum frá ísraelska fólkinum og altjóða samfelagnum í sambandi viðhersetingina á Vestara Áarbakka, sigur Aviv Lavie.
Ein tíðindakvinna hjá bretska sjónvarpinum ITN er talsfólk hjá teimum útlendsku tíðindafólkunum í Ísrael. Hon sigur, at nú herurin noktar tíðindafólkunum at arbeiða, noyðast ísraelsku myndugleikarnir eisini at góðtaka tey hissini tíðindini, sum koma frá innrásini á Vestara Áarbakka.
Tað eru tó ikki øll tíðindafólk, sum vilja gera eftir boðunum frá ísraelska herinum. Tá Yasser Arafat helt tíðindafund í Ramallah týsdagin, vóru næstan 50 tíðindafólk til staðar.








