Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í morgun, at ísraelsmenn eru til reiðar at herða álopini á Gazageiran.
-Vit eru fyri hørðum álopum og yvirgangi frá Hamas, og herurin er til reiðar at víðka átøkini, segði Netanyahu í morgun. Hann legði afturat, at hann hevur havt samband við fleiri stjórnarleiðarar fyri at greiða teimum frá støðuni.
Í morgun segði ein palestinskur talsmaður, at ísraelsmenn og palestinar tingaðust um vápnahvíld, men hvørgin parturin hevur váttað tíðindini. Í gjárkvøldið segði egyptiski forsetin, Mohamed Mursi, at hansara stjórn hevur samband við ísraelsmenn og palestinar og roynir at fáa semju um vápnahvíld.