Ísraelski herurin hevur í dag útflýggjað teimum palestinsku myndugleikunum leivdirnar av 91 deyðum palestinum. Talan er um hernaðarligar palestinar, sum doyðu undir álopum á ísraelsk mál. Fleiri av líkunum eru 40 ára gomul.
79 lík vórðu latin palestinsku myndugleikunum í Ramallah á Vestara Áarbakka, og hin 12 vórðu send til Gazageiran, har leiðandi limir í Hamas tóku ímóti kistunum. Líkini vórðu stutt eftir flutt til høvuðsmoskuna í Gaza býi, har tey eru, til tey verða jarðað.
Ísraelska útvarpið segði í dag, at millum tey útflýggjaði líkini eru líkini av fleiri sjálvmorðsbumbumonnum, sum sprongdu seg í luftina í Jerusalem, Tel Aviv og Beersheva.










