Ísraelska stjórnin hevur ongan hug at gera eftir amerikanska kravinum um at steðga allari nýbygging á Vestara Áarbakka Amerikanska kravið kom frá Hillary Clinton, uttanríkisráðharra fyrradagin, men talsmaðurin hjá ísraelsku stjórnini, Mark Regev, sigur við Reuters, at Ísrael fer ikki at gera eftir kravinum.
Talsmaðurin sigur, at so leingi eingin semja er fingin við palestinar um tær ísraelsku niðursetubygdirnar á Vestara Áarbakka, fer Ísrael at loyva bygdasamfeløgunum at menna seg, sum hann málber seg.
Barrack Obama, forseti, hevur fyrr sagt tað sama sum Hillary Clinton.











