Ísrael skeyt ein ufo

Eitt jagaraflogfar hjá ísraelska herinum hevur skotið niður ein misteinkiligan flúgvandi lut, sum fleyg yvir einum topp loyniligum kjarnorkuverki í landinum. Ísrael váttar, at eitt av teirra jagaraflogførum hevur skotið niður okkurt, ið líktist eini ballón, sum fleyg yvir einum av ísraelsku topp loyniligu kjarnorkuverkum.

Tað skrivar BBC.

Ein hernaðarligur talsmaður sigur, at málið nú verður kannað.

- Jagaraflogfarið skeyt niður ein misteinkiligan flúgvandi lut, helst eina ballón, sum fleyg yvir kjarnorkuverkinum.

Sambært hernaðartalsmanninum var ballónin motordrivin.

Myndin, sum er knýtt at hesum greinastubbanum, er savnsmynd.