Avgerðin hjá ST-trygdarráðnum at játta Palestina eygleiðarastøðu í heimsfelagsskapinum hevur nú fingið avleiðingar fyri teir palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnar.
Ísraelska stjórnin sýtir nú fyri at lata palestinum skatt og avgjøld, sum ísraelsmenn krevja inn fyri palesinar sambært avtalu partanna millum.
Ísraelski fíggjarmálaráðharrin, Yuval Steinitz, sigur við blaðið Haaretz, at avgerðin hevur samband við, at palestinar hava fingið eygleiðarastøðu í ST.
-Vit hava alla tíðina sagt, at vit fóru ikki at lata ta broyttu støðuna hjá palestinum fara óátalaða aftur við borðinum, sigur Steinitz.
-Eg ætli mær ikki at krevja inn skatt fyri teir palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnar hendan mánaðin. Pengarnir fara til at rinda tað, sum palestinar skylda tí ísraelska elfelagnum, sigur ráðharrin.
Sambært Haaretz fer Ísrael at leggja hald á 460 milliónir sheklar ella 694 milliónir krónur.