Umboð fyri ísraelskar og palestinskar myndugleikar fara kanska at taka friðartingingarnar uppaftur í hesari vikuni Tað er amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, sum hevur lagt trýst á teir báðar partarnar.
Á fundi við ísraelska forsætisráðharran, Ehud Olmert, fekk Rice lyfti um, at ísraelska stjórnin er til reiðar at fara aftur til samráðingarvorðið. Somu boð fekk Condoleezza Rice frá palestinska forsetanum, Mahmoud Abbas.
Báðir partar hava kortini sagt, at støðan í Gaza-geiranum er avgerandi fyri, um friðartingingarnar kunnu takast uppaftur. Palestinar krevja, at ísraelsmenn gevast við sínum atsóknum í Gaza, og ísraelsmenn krevja, at Hamas steðgar sínum rakettálopum á mál í Suðurísrael.










