Ísrael og Iran hildið fund um kjarnorku

Sambært einum ísraelskum blaði hava týðandi embætismenn úr Iran og Ísrael tingast um kjarnorkuvápn. Iran vísir tíðindunum aftur. Blaðið Ha´aretz sigur frá sínum keldum, at embætismenninir hildu fleiri fundir í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo 29. og 30. september. Fundurin var liður í einum avvápnaðarátaki, sum tann avstralska stjórnin setti í verk fyri einum ári síðani.

Ísraelska blaðið nevnir eisini samráðingarmenninar. Ísraelska umboðið var Meirav Zafary-Odiz, sum er stjóri í ísraelsku kjarnorkunevndini, og hinumegin borðið sat Ali Asghar Soltanieh, sum umboðar Iran í altjóða kjarnorkustýrinum IAEA.

Eru tíðindini sonn, er tað fyrstu ferð síðani kollveltingina í Iran í 1979, at beinleiðis samband hevur verið millum Ísrael og Iran, skrivar Reuters.