443 útlendingar, sum búgva í Gaza-geiranum, sleppa í dag úr umráðnum. Tað kann vera ein fráboðan um innrás Ísraelsku myndugleikarnir hava loyvt 443 útlendingum at sleppa úr Gaza-geiranum í dag.
Nógvir útlendingar eru giftir í Gaza, og teir og teirra børn fáa nú møguleikan at sleppa haðani. Ísraelsku myndugleikarnir siga, at talan er millum annað um amerikanarar, russar, norðmenn og turkar.
Samstundis halda tey ísraelsku loftálopini á Gaza fram sjeynda samdøgrið á rað, og eygleiðarar siga, at tilboðið til útlendingarnar kann vera eitt tekin um, at Ísrael ætlar sær at gera innrás í Gaza-geiran.










