Ísrael hevur latið grannalandinum Jordan 620 fornlutir, sum amerikanskir fornfrøðingar tóku við sær úr Jordan til Jerusalem til kanningar í 1960-árunum, men sum ikki vórðu latnir Jordan aftur orsakað av seksdagskrígnum í 1967.
Talan er um pottar og krukkur, sum hava verið á einari fornfrøðiligari kanningarstøð í Jerusalem.
Jordansku myndugleikarnir vilja hava fleiri fornlutir afturat frá ísraelsmonnum. Talan er eitt nú um bøkur og handrit, sum eru frá 1. øld eftir Kristi føðing, og sum endaðu í Ísrael fyri nøkrum árum síðani, skrivar Reuters.