Ísrael letur 104 palestinskar fangar leysar

104 palestinskir fangar verða leyslatnir í Ísrael sum liður í boðaðu friðartingingunum í Palestina. Hetta sigur Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael, frá.

- Eg havi játtað at lata teir leysar í fleiri umførum, tá tingingarnar byrja, og eftir sum framgongdin verður, skrivar Netanyahu á Facebooksíðu síni.

Teir 104 fangarnir verða leyslatnir, nú ísraelsmenn og palestinensarar ætla at taka friðartingingarnar upp aftur eftir nærum trý ára steðg.

Palestinar hava í longri tíð kravt fangarnar leyslatnar. Summir teirra hava sitið í ísraelskum varðhaldi síðan 1993. Tað var tað árið, tá stríðandi partarnir skrivaðu undir Oslo-friðaravtaluna

(Mynd: Aly Song © Scanpix)