Ísrael lýsir vápnahvíld

Ísrael hevur lýst vápnahvíld eftir 21 dagar við stríði í Gaza. Ísraelar taka tó ikki herfólkið út úr Gaza Ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, hevur í kvøld boðað frá, at Ísrael lýsir vápnahvíld at galda frá midnátt í kvøld.

Olmert sigur, at ísraelsku álopini í Gaza hava tænt sínum endamáli.

- Vit hava rakt Hamas meint, og teira møguleikar at skjóta rakettir inn í Ísrael eru nú sera avmarkaðir, sigur Ehud Olmert.

Ísraelar ætla tó ikki taka herfólkið úr Gaza, og Ísrael ætlar at svara aftur, um Hamar ikki góðtekur eina vápnahvíld.

Stríðið í Gaza hevur kravt umleið 1200 palestinum lívi, og 13 ísraelsmenn eru deyðir.