Í mai í ár hevði Ísrael færri tilburðir av korona-smittaðum enn Danmark, tá fólkatalið verður havt í huga. Nú er landið harðast rakt av øllum heimsins londum.
Talið av smittaðum í Ísrael liggur nú um nøkur túsund um samdøgnið, og tað er einki land í heiminum, sum í løtuni hevur fleiri tilburðir við covid-19 í mun til fólkatalið.
Í Ísrael fyrireika tey seg nú enn einaferð til at lata landið aftur, og hetta kemur serliga at raka einar 30 av landsins býum.
Flestu dagar í mai hevði Ísrael færri enn 30 smittutilburðir um samdøgnið. Ísrael var tá eitt av heimsins londum, sum megnaði at halda smittuspjaðingini undir eftirliti.
The Times of Israel veit at siga, at í gjár - hósdagin - vórðu 2.991 nýggir tilburðir staðfestir í eitt samdøgur, og døgnið frammanundan fór talið yvir 3000.
Í tvær vikur fyri 2. september hevði Ísrael í miðal 199,3 nýggjar smittutilburðir fyri hvørja miljón íbúgvar - um samdøgnið.
Hetta er í løtuni størsta tal, sum nakað land í heiminum hevur. Í Brasilia eru 188,8 covid-19 tilburðir fyri hvørja miljón, í Spania er talið 178,5 - og í USA 129,2.
Í Ísrael eru tilsamans 125.260 fólk higartil staðfest smittað við covid-19, harav 985 fólk higartil eru deyð.











