Ísrael fer ikki at leypa á Iran enn

Tað verður ikki fyrr enn næsta ár, at Ísrael fer at taka avgerð um eitt møguligt hernaðarligt álop á kjarnorkuútbúnaðin í Iran. Tað sigur ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak (myndin), við bretska blaðið Daily Telegraph. Orsøkin er sambært Barak, at iranar hava valt at brúka ein størri part av teirra ríkaða urani til orkuframleiðslu, enn teir upprunaliga ætlaðu.

-Hetta gjørdi, at vit kundu útseta okkara endaligu avgerð í átta til tíggju mánaðir, sigur verjumálaráðharrin við Daily Telegraph. Hann heldur kortini ikki, at iranar hava selpt ætlanini at útvega sær kjarnokruvápn.

-Eg haldi, at málið hjá iranum er framvegis at fáa sær kjarnorkuvápn. Men vit ætla framvegis at forða teimum at røkka málinum, og vit hava allar møguleikar klárar á borðinum, sigur Ehud Barak. Hann leggur afturat, at er tað neyðugt, fer Ísrael at taka málið í egnar hendur.