- Tað kann ikki útilokast, at fregnartænastan Mossad hevur sett út deyðshávar, sigur guvernørurin í Suður-Sinai, Mohamed Abdel Fadil Shousha, við egyptisku ríkisnetávísina. Tað hava verið fleiri hávaálop seinastu dagarnar út fyri egyptiska frítíðarbýnum, Sharm el-Sheik, enn tað hava verið seinastu 15 árini tilsamans.
Egyptiskir myndugleikar og fólk, sum hava kavaramiðstøðir, standa spyrjandi.
Ymiskar teoriir eru um, hvussu hetta kann bera til. Ein er, at tað kanska er føðin í havinum, sum svíkir.
Nú eru eisini røddir frammi í Egyptalandi um, at tað kanska er ísraelska fregnartænastan, Mossad, sum stendur aftanfyri hetta.
Illgruni er soleiðis um, at Mossad kanska hevur sett deyðshávarnar út fyri at skaða ferðavinnuinntøkurnar hjá Egyptalandi.
- Hetta kann ikki útilokast, sigur guvernørurin í Suður-Sinai, Mohamed Abdel Fadil Shousha, við egyptisku ríkisnetávísina.
Egyptaland hevur áður givið grannalandinum skyldina fyri eitt nú narkotika-og vápnasmugling ? og fyri stuðul til tíðindastovur, sum seta Egyptaland í ringt ljós.
- Tað hava verið fleiri hávaálop seinastu dagarnar enn seinastu 15 árini tilsamans, sigur Florian Herzberg, sum rekur eina kavaramiðstøð norðan fyri Sharm el-Sheik.
Egyptisku myndugleikarnir hava sagt seg vilja gera alt fyri at finna orsøkina til, at hávar nú gera um seg í økinum.