Ísraelsku myndugleikarnir eru farnir undir at fyrireika eina ætlan um at byggja 600 nýggjar bústaðir í tí hersetta Eystur-Jerusalem. Upprunaliga var ætlanin at byggja 1.000 bústaðir, men talið er skert eitt sindur, tí palestinar kunnu skjalprógva, at teir eiga ein part av byggilendinum, skrivar Reuters.
Kortini er byggiætlanin umstrídd, tí hon noyðir palestinar at flyta, samstundis sum støðugt fleiri jødiskir tilflytarar búseta seg í tí økinum.
Hetta ger, at tað verður trupult at venda aftur til markið, sum tað var undan krígnum í 1967, og tað er sambært palestinum ein fyritreyt fyri varandi friði.