Ísrael bumbaði ST-støð í Libanon

Ísraelska stjórnin hevur biðið ST um umbering, men Kofi Annan, aðalskrivari, er í øðini um álopið.

Miðeystur

ST-støðin, sum varð rakt, er í Khiam-økinum tætt við markið millum Ísrael og Libanon. Sambært teimum fyrstu frágreiðingunum vóru fýra eygleiðarar úr Finnlandi, Eysturríki, Kanada og Kina inni, tá ísraelsk flogfør skutu rakettir eftir støðini. Álopið var so ógvusligt, at allur bygningurin rapaði.

Talsmaðurin hjá ST-eygleiðarunum í Libanon, Milos Strugar, segði í morgun, at ísraelsmenn hildu á at skjóta eftir teimum rapaðu húsatoftunum, og tí var ikki hugsingur um hjá bjargingarliðunum at leita eftir teimum fýra eygleiðarunum.

ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, var í øðini, tá hann frætti tíðindini um álopið.

-Eg eri skelkaður og sera harmur um álopið, sum eftir øllum at døma var tilætlað, sjálvt um Ehud Olmert, forsætisráðharri, hevur vissað meg um, at Ísrael fór ikki at søkja at ST-støðunum, segði Kofi Annan í nátt.

Tað heldur óvanliga orðalagið hjá tí annars so siðiliga aðalskrivaranum fekk ísraelska ST-sendiharran, Dan Gillerman, at svara, at eftir hansara tykki var aðalskrivarin lopin framav. Seinni kunngjørdi ísraelska stjórnin, at Ehud Olmert, forsætisráðharri, hevði ringt til Kofi Annan og biðið um umbering fyri álopið, men at hann eisini hevði sagt seg harmast um, at aðalskrivarin hevði lagt ísraelsku flogførini undir at hava bumbað ST-støðina við vilja.

Ísraelska stjórnin segði í morgun, at tilburðurin í gjár skal kannast til botns.

-Vit hava ongar ætlanir um at raka starvsfólk hjá ST, og vit hava alla tíðina lagt okkum eftir at sleppa undan mistøkum sum hesum. Hesin syrgiligi tilburðurin verður kannaður væl og virðiliga, segði talsmaðurin hjá ísraelska uttanríkisráðnum, Mark Regev.

Eygleiðarar siga, at ísraelska álopið á ST-støðina fær uttan iva ávirkan á ráðstevnuna um Miðeystur, sum byrjar í Rom í dag. Teir siga seg eisini bera ótta fyri, at tilburðurin fer at gera tað uppaftur torførari at finna eina semju um vápnahvíld.


Finnast at Ísrael

Fleiri hjálparfelagsskapir finnast tú at ísraelsku krígsførsluni í Libanon. Hans Marten Haugen hjá norsku Kirkjuneyðhjálpini sigur við NTB, at tað ísraelska hervaldið er eirindaleyst, og at tann stóra valdsnýtslan kann ikki elva til annað enn hatur.

Hann ivast ikki í, at Hizbollah er líka eirindaleyst sum Ísrael, men vísir tó á, at Hizbollah hevur ikki jagaraflogfør, stríðstyrlur, herskip og stríðsvognar.

Knut Kaspersen, sum starvast á altjóða deildini hjá Reyða Krossi og Reyða Hálvmána í Libanon, sigur við NTB, at ísraelska flogvápnið hevur søkt at sjúkrahúsum og sjúkrabilum. Eitt nú søktu flogfør at einari hjálparstøð í gjár. Støðin er beint við eitt sjúkrahús, og einki hernaðarligt mál er nær námind sjúkrahúsinum, sigur Knut Kaspersen.

Hann vísir á, at sambært Geneve-sáttmálanum hevur Ísrael skyldu til at verja støðir og starvsfólk hjá Reyða Krossi og sjúk og særd, sum felagsskapurin hevur um hendi.