Ísraelska flogvápnið søkti í morgun at fleiri støðum í Gaza-geiranum Palestinsku myndugleikarnir siga, at einki fólk lat lív í ísraelska álopinum, men at fleiri hús fingu skaða.
Ísraelsmenn søktu millum annað at tunlum, sum hernaðarligir palestinar brúka til at smugla vápn úr Egyptalandi ígjøgnum. Eisini søktu ísraelsmenn at einum bygningi hjá trygdardeildunum í býnum Khan Younis.
Ein talsmaður hjá ísraelsku herleiðsluni segði í morgun, at flogførini høvdu rakt sjey tunlar og eitt annað mál í Gaza-geiranum.
Hildið verður, at ísraelska álopið í morgun er svar upp á eitt palestinskt granatálop á mál í Suðurísrael í gjár.